Handilstreytir

Flutningstreytir:

Vøran verður send við Posta, flutningskostnaðurin er 49 kr. Tó er tað ókeypis um keypt verður fyri 500 kr ella meira.

Er vøran á goymslu verður sent soleiðis:

Miðstaðarøki

Keypir tú eina vøru áðrenn kl. 11.00 mánadag til fríggjadag, fært tú vøruna sama dag. Keypir tú eftir kl. 11.00, fært tú vøruna dagin eftir.

Suðuroy og Sandoy

Vøra til Suðuroyar verður send eftir ferðaætlan, men er hjá móttakaranum í seinasta lagi dagin eftir.

Útoyggj

Verður vanliga borin út dagin eftir: Skúvoy, Hestur, Mykines, Fugloy og Svínoy.

Vøra ið ikki er á goymslu verður vanliga send aftaná 2-3 vikur.

STOVNA BRÚKARA

Keypir tú eina vøru frá okkum, er lættast um tú stovnar tær ein brúkara - men hetta er ikki ein treyt. Tú upplýsir navn, bústað, teldupost og tlf. nummar og velur tær eitt loyniorð. Hetta verður so goymt, og næstu ferð tú keypir á nethandlinum, sleppur tú undan at seta allar upplýsingarnar inn av nýggjum. Tað einasta tú skal minnast er teldupost og loyniorð.

*Um tú ynskir at strika teg sum brúkara, sendir tú ein teldupost á djor@djor.fo og vit strika tín brúkara.

UMBÝTINGARRÆTTUR

Vøran kann umbýtast innan 8 dagar, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt.

Um kvittan er við í umbýtingini, kann reiður peningur latast aftur.

Er vøran niðursett er ongin umbýtingarrættur á.

REKLAMATIÓN – ER VØRAN IKKI Í RÆTTA STANDI

Er feilur við vøruni, verður tú biðin um at senda pakkan aftur. Umframt hetta heita vit á teg um at ringja, ella senda ein teldupost til kundatænastuna.

Tú kanst eisini koma inn á gólvið á Óðinshædd 2 og boða frá reklamatiónini.

Prísir

Allir prísir eru við MVG og í DKK.

Fyrivarni

Fyrivarni skal takast fyri prís og goymsluvillum

GJALDING

Gjaldast kann við Dankorti (FR-korti), Visa/Dankort, Visa Electron og Mastercard. Goldið verður umvegis gjaldsveg (paygate) hjá QuickPay.

Gjaldskortsupplýsingar verða sendir beinleiðis til NETS. Fyriskiparin sleppur ikki at síggja teir.

Í gjaldsgongdini skalt tú útfylla fylgjandi: Kreditkortnummar, lokadag (útleypsdato) og gátal (kontrolcifre).

Næst trýstur tú á góðkent, og peningur verður tikin av konto tíni. Síðan fært tú ein faktura sendandi við telduposti. Um tú ongan faktura móttekur, kann feilur verða í upplýstu teldupostadressu. Set teg í samband við okkum á 202222 ella send ein teldupost á djor@djor.fo

Eru ivamál ella tú hevur trupulleikar við at keypa á síðuni, so set teg í samband við okkum á 202222 ella send ein teldupost á djor@djor.fo

Tað ber eisini til at bíleggja við at senda ein teldupost til djor@djor.fo. Tá kann eisini gjaldast umvegis netbanka.